mail@unguforoyar.com

+298 510474


Sigurð Joensen 1911-2011
26. septembur 2011
Turið Sigurðardóttir
Forfedrar og foreldur
Hann æt Jóhan Hendrik eftir abba sínum í Oyndarfirði og Sigurð eftir einari funningskonu. Sigurð segði, at áðrenn hann varð doyptur sendi henda konan snarboð við áheitan um at verða uppkallað, og tað varð eftirlíkað. Eg havi hoyrt, at í barnaaárunum varð hann kallaður Jóhan Hendrik; men seinni tá ið hann kom millum manna, vóru aðrir Jóhan Hendrikar, og síðani tá gekk hann undir Sigurðs-navninum.
Mamma Sigurð var Elspa Maria Weihe úr Kinn í Oyndarfirði. Foreldur Elspu Mariu vóru Jóhan Hendrik Weihe bóndasonur úr Billustovu, føddur 24. desembur 1842, og Sigga Maria Haraldsen úr Tarti, fødd 28. apríl 1850, dóttir Harald í Tarti við fyrru konu. Jóhan Hendrik bygdi innan fyri húsini í Víkum, kallað inni í Kinn, og 18. oktobur 1871 giftust hann og Sigga Maria. Jóhan Hendrik Weihe og Sigga Maria áttu av børnum fýra døtur. Elst var Sigga Maria, f. 3. juli 1872, harnæst kom Elspa Maria, f. 14. mai 1874. Tann triðja var Anna Malena, f. 20. juli 1876, og yngst var Jóhanna, f. 7. oktobur 1879. Elspa Maria róði út við pápa sínum og varð tí kallað drongurin í Kinn. Anna Malena giftist við Jógvani úr Hoygarðinum (12.11.1879-1907) við Gjógv. Tey búðu á Gamla Fløtti, og Elspa Maria var har í húsinum í 1901.
Pápi Sigurð var Kristian Jóhan Joensen úr Hoygarðinum við Gjógv. Kristian var sonur Sjúrð í Hoygarðinum (20.12.1853-14.12.1941). Sjúrður, sum tíðliga gjørdist einkjumaður, átti umframt Kristian tveir aðrar synir: Jógvan, ið er nevndur omanfyri, og Heina, ið var føddur 17. juli 1876. Kristian og Elspa Maria giftust 29. novembur 1906, og Ovari Hoygarður var tá klárur at flyta í. Tey fingu trý børn. Elst var Jóhanna Maria, fødd 20 novembur 1909; næstur var Jóhan Hendrik Sigurð, føddur 27. apríl 1911, uppkallaður eftir abbanum í Oyndarfirði og yngstur Sjúrður, føddur 6. august 1913, uppkallaður eftir abbanum Sjúrði í Hoygarðinum.

Barna- og unglingaár
Ein stílur, sum Sigurð skrivaði í Gjáar skúla hjá Jóhan Kallsoy lærara, var hesin:
 Heimbygd mín
Heimbygd mín eitur Gjógv. Hon er norðasta bygd í Eysturoy og ein tann norðasta bygd í Føroyum. Gjógv er ein vøkur bygd, og uttan um hana eru fimm stór fjøll, tey eita Tyril, Middagsfjall, Gráfelli, Nøvin og Fjallið. Tað eru fleiri dalar uttan um bygdina; fyrst er tað Gjáardalur heimanfyri; táið vit ganga norðeftir upp úr dalinum, koma vit niðan í Barmin og so niðan í Rossabotn. Har skera tey torv, og ganga vit eystureftir niðaneftir, koma vit í Grønadal og so eystur um Klubban og oman í Tjørnudalin, so eystur um Eggina og eystur á Skúvadal. Táið vit ganga frá bygdini niðaneftir, koma vit niðan á Barm, haðani norð um Hálsin ella vit ganga norð um Múlan; so koma vit á Ambadal. Her er allastaðni líka vakurt. Tað eiga nakað nógvir heiðafuglar har í haganum. Har eru bæði tjøldur, spógvar, mýrisnípur, títlingar, starar og aðrir. Ternur, likkur, og í bjørgunum er lomvigi, lundi, álkur og skrápur, skarvur, ritur, havhestur og fleiri. Bygdin sjálv er eisini vøkur. Mitt oman gjøgnum hana rennur ein stór á, og tann stóra gjógvin sker seg inn í hana. Gjógvin er lendistøð hjá gjáarmonnum, har lenda teir fyri tað mesta, men tað eru eisini aðrar lendistøðir. Gjógv er gott útróðrarpláss, men tað er nakað kyrruvant, tað er ofta um veturin, at teir mugu draga bátarnar upp á Gjónna. Korn- og eplipláss er tað eisini toluliga gott, men torvpláss er tað ikki gott. Tað eru nógv neyt og nógvur seyður við Gjógv. Gjógv er nú ein fittliga stór bygd, tað eru o.u. 90 hús nú. Kirkjugarður er nú komin, men tað eru fá ár síðani. Nú er eisini tos um at fáa eina kirkju .”
 
Eg helt tað vera forvitnisligt, tá ið eg fyri stuttum kom fram á henda stílin. Tann hugsanin breddaði í mær, at her sóust longu evnini til og áhugin fyri tí greiðu neyvu og væl orðaðu lýsingini av stað og umstøðum, sum Sigurð hevði. Hesin áhugin kemur fram í ummælinum, sum hann skrivaði í 1946 av Landalæru Norður-Streymoyar eftir Jóan Petur uppi í Trøð (Joensen, Sigurð 1987, 1:262). Ummælið byrjar soleiðis:
 
““Har sum Dalanípan at eystan og Trøllkonufingur at vestan standa og dranga himmalhøgt í ský, har kemur í sólartendring kl. okkurt um seks eystfallið inn úr Vágahavi...”
Hetta er Landalæra Norður-Streymoyar eftir Jóan Petur uppi í Trøð, okkara góða gamla skald, vit kenna so væl. So málandi og væl skrivaðu føroyingafelagsmenn í 19. øld...”

Ivaleyst er stílurin “Heimbygd mín” frá skúlatíðini við Gjógv tann fyrsti spírin til tær staðarlýsingarnar og frásagnirnar, sum Sigurð skrivaði seinni, til dømis um Búgvan í 1943, “Leingi skal góðum kannast” um sjóskaðarnar við Gjógv í 1971 og um Gjónna við Gjógv í 1986. Júst prosastílin hjá Sigurði tekur Árni Dahl (1983:23-25) til.
Sum kunnugt varð Gjáar kirkja vígd í 1929. Hon varð bygd við nógvum sjálvbodnum arbeiði, og Sigurð var uppi í tí sum aðrir. Gjáarbygd vaks eftir 1900. Í 1909 var fólkatalið 215, í 1912 búðu 225 fólk í bygdini, og í 1921 vóru tey 268 (Sigvardsen, Petur Jacob 2001:56). Í 1920 gingu 45 børn í Gjáar skúla. Talið á skúlabørnum vaks til í 1945, tá ið tað var gott 50 (Sigvardsen, P.J. 2001: 103).
Eitt tað elsta, ið til er av yrktum hjá Sigurði, er ein fráhaldssangur. Limur var hann í Gjáar fráhaldsfelag, og sangurin er yrktur til almennan fráhaldsfund við Gjógv 22. desembur 1929 . Í sanginum minnist hann tveir limir felagsins, sum doyðu, tá ið skaðin hendi umborð á Acorn 20. mars 1928; teir vóru Napolion Klein á Tarafløtti og Hans Jákup Joensen Niðri í Geil, og Sigurð sigur soleiðis í hesu ungdómsyrking:

Nú felagið ársgamalt man vera,
sum av unglingum stovnað her var.
Stórar sorgir tað hevur at bera
yvir limir, tað misti frá sær.

Ja, vit limirnar mistu teir bestu,
tí er sorgin nú nívandi tung,
burtur eru nú garparnir reystu,
sorgin tyngir tí gomul og ung.

Fara vit aftur í tíðina, so var fólkatalið við Gjógv 62 í 1780 (Sigvardsen, P.J. 2001: 109). Tað búgva í dag eini 30 fólk við Gjógv, og í Havn eini 20.000 – t.e. meira enn 600 ferðir so mong sum við Gjógv. Lutfallið var eitt annað fyri 100 árum síðan – í 1911 –, tí tá búðu 230 fólk við Gjógv, og í Havn búðu bara 10 ferðir so mong, ella 2043 fólk.
Men fólkavøkstur var tá í báðum støðum. Soleiðis skifta tíðir.

Tað var umleypandi veður, skrivaði Tingakrossur mikudagin 26. apríl 1911. Kanska eisini hósdagin 27. apríl, tá ið Kristian og Elspa Maria í Hoygarðirnum fingu son, sum síðan varð borin varð til dópin í Funnings kirkju tann 12. juni. Sigurð treivst væl í barndóminum, og stórasystirin Hannumia var sera góð við hann og knossaði hann. Hann var stórur eftir aldrinum og tjúkkur og tímdi ella orkaði ikki so væl at ganga. Tá ið børnini fóru at henta ber, segði hann stutt og greitt: “Ber meg til berini”, men hvussu langt Hannumia bar hann, veit eg ikki. Hon var tvey ár eldri. Tann yngri av beiggjunum, Sjúrður, var tvey ár yngri enn Sigurð, og hann var hann ógvuliga góður við. Tey tóku til, at best sum Sigurð spældi uttanfyri, fór hann rennandi inn, og tá tey spurdi, hví, svaraði hann, at hann mátti inn at “mussa og kela lítlabeiggja”. Tá ið Sigurð vaks upp vóru umframt foreldur og systkin, eisini abbin gamli Sjúrður og bróðursonur Kristians, Julius, í húsinum. Hann hevði mist foreldrini av tuberklum.
Kristian í Hoygarðinum var sluppfiskimaður og kokkur og var burturi vár og summar. Abbin, gamli Sjúrður, var røktingarmaður og útróðrarmaður. Kúgv var í húsinum, og mamman gekk til neyta, og Sigurð var við henni við hvørt og mundi ivaleyst fáa sín part av nýmjólkini. Elspa Maria gjørdi annars alt fyrifallandi arbeiði, og tá ið hon arbeiddi í fiski hjá Óla Debes upp á akkord, var Sigurð við og hjálpti henni. Um veturin fóru Elspa Maria og Kristian tíðliga upp at tøta, og Elspa Maria vav. Sum smádrongur ferðaðist Sigurð hjá móðurfólkinum í Oyndarfirði og dámdi sera væl – hann átti systkinabørn har, sum hann spældi við.
Skúli varð bygdur við Gjógv í 1884, tann fyrsti barnaskúlin, sum bygdur var í landinum (Sigvardsen 2001: 103). Til 1919 røkti ein lærari lærarastarvið í Funningi og við Gjógv, men í 1919 fekk Gjógv lærara burturav (Sigvardsen, P.J. 2001:105), og tað mundi vera eitt stórt framstig. Tann fyrsti, sum bara hevði Gjáar skúla, var Jóhan Kallsoy, og hann var lærari har frá 1919 til 1944. Tað var tí hann, ið var fyrsti skúlalærarin hjá Sigurði og ein tann besti. Kallsoy hevði bókasavn við klassiskum barnabókum við sær til Gjáar, og Sigurð lænti úr hesum bókasavninum, til hann hevði lisið allar bøkurnar. Tann fyrsta langa ferðin hjá Sigurði mundi vera, tá ið hann fór út á Strendur at ganga til, og tá ið hann varð konfirmeraður, fór hann til skips sum dreingir flestir tá.

Unglingaár í skúlastovu og á skipsdekki
Frá 1925 til 29 var Sigurð við slupp undir Íslandi og í Grønlandi við Knørri, sum Jens Pauli í Dali førdi. Í 1926 vóru Kristian í Hoygarðinum og Sigurð báðir við Knørri. Hann skrivaði seinni í 1960 í minningarorðum um Jens Paula í Dali m.a. hetta (Joensen, Sigurð 1987, 2:115-120):

Hann, sum hetta skrivar, var so heppin at sleppa við Jens Paula 15 ára gamal til Grønlands við Knørri. Ivaleyst hevur Jens Pauli verið ólíkur øðrum fiskiskiparum. Hetta vóru kanningarferðir eins mikið og fiskitúrir. Vit numu land. Eg minnist tað sum í gjár, tá ið vit málaðu “Knarrarósi” á klettin har, sum vit tóku vatn, og “Knarrarstøð”har, sum vit løgdu saltið upp. Langt síðan hetta rigndi burtur. Men ferðasøgan hjá Jens Paula í Varðanum, hon rignir ikki burtur.
Kanningarferðir kallaði eg hesar knarrarferðirnar hjá Jens Paula til Grønlands – og tær vóru. Sjóvarhitin skuldi mátast hvønn dag, bæði við botnin og í vatnskorpuni, og so var hetta ikki annað enn eitt vanligt fiskiskip og vit vanligir fiskimenn. Her er eingin grund til at skriva um týdningin av, at Knørrur og einstøk onnur fiskiskip tá mitt í 20-árunum fóru at leita seg fram í Grønlandi ella stríðið við Danaveldi har yviri. Jens Pauli hevur skrivað um tað. Men tað í senn leitandi og ferðuga, sum var yvir hesum túrum og tá serstakliga yvir Jens Paula í Dali, sum átti ferðina, gongur ikki frá mær. Eg var drongur, men teir eldru gjørdust so dreingjaligir eisini. Tað var ein dámur yvir hesum, sum mest líktist ferð “Fram”s um Pólhavið. Og kortini var tað ikki leikur, men vinna, ja, vinna, fyri dagligt breyð og samstundis fyri land og fólk.
Jens Pauli í Dali var ikki bara tjóðhollur maður og vinur vina sína, men hann var eisini arbeiðssamur og samvitskusamur.
Eina ferð minnist eg, at eg stóð ovvekraður og einsamallur í stýrihúsinum á Knørri og var farin av kósini. Tá kom Jens Pauli upp. Hann deildi ikki. Men hann segði nøkur fá orð um samvitskusemi, og nú var tað eg, sum hevði ábyrgdina av stýringini, og hvussu skuldi nakar rokna út, hvar vit vóru, tá ið eg hevði stýrt skeivt. Á slíkan hátt var tað sagt, at eg gloymdi tað onga tíð.”

Í 1929 fór Sigurð á Háskúla í Havn. Har fekk hann sín annan mæta lærara, Símun av Skarði. Teir vóru 16 næmingar veturin 1929-30 úr 12 bygdum, og vit kunnu bara hugsa okkum, hvussu stuttligt tað hevur verið hjá teimum at búgva og læra saman har. Vinabond vórðu knýtt, sum hildu alt lívið. Kristian í Hoygarðinum hevði sum tann triði næmingurin frá Gjógv verið á háskúla í Føgrulíð veturin 1901-02 og gloymdi tað ongantíð. Undan honum høvdu tey bæði verið Petur Kristian Joensen og Jensina Berg. Á háskúlanum vóru tað bókmentir, mál og søga, sum vóru yndislærugreinarnar hjá Sigurði, tær somu sum Símun var lærari í. Í skúladagbókini, sum Símun førdi yvir skúlastarv sítt, sæst, at á vetrarskeiðinum 1931-32 undirvísti Símun í føroyskum, søgu, landafrøði, sangi, upplestri, fagurskrift og ymiskum. Í føroyskum skifti undirvísingin millum hesi evnini: ljóðlæru, fyrisøgn, lestur, málfrøði. Í søgu vóru evnini Norðurlandasøga, Føroya søga og kvæði. Í landafrøði vóru evnini: Landafrøði mannaættarinnar; Tætt- og strálbygd lond; Jørðin og sólin; Havið, bylgjur, streymur; Streymarnir; Land, jarðskorpa; Luftin; Árstíðir; Vindur; Avfall; Stjørnur, gongustjørnur; Føroyar – Norðuroyar; Eystursíða Eysturoyar; Vestursíða Eysturoyar; Streymoy, eystara; Streymoy, vestara; Vágarnar, Mykines; Hestur, Koltur, Nólsoy; Sandoy; Skúvoy, Dímunar; Suðuroy; og at enda Landsløg. – Undirvísingin skiftir millum lærarafyrilestrar, næmingafyrilestrar og samrøðu. Í lærugreinini Upplestri varð lisið úr Sagnum og ævintýrum, sjónleikum Rasmusar Effersøes, yrkingum hjá Jóan Peturi uppi í Trøð, Kvívíks-Jógvani, Hans Andriasi Djurhuus, M.A. Winther, Louis Zachariasen, Chr. Matras o.ø., skaldskapi hjá Regini í Líð og Selmu Lagerlöf, sjónleikurin Jákup á Møn varð lisin, tættir Nólsoyar-Páls og yrkingar hjá Jákupi Dahl prósti. – Hetta var tann fasta tímatalvan. Harumframt hevði Símun skeið í íslendskum fyri teimum, ið høvdu hug til tað, og tað hevði Sigurð. – Eg nevni hetta alt, tí tað sigur okkum nógv um Háskúlan. Hetta var skúlaskapur á høgum stigi, og vit skilja, hvussu tað bar til, at skúlin fekk so stóran týdning.

Á hægri skúla í Høng
Tá ið háskúlaskeiðið var av, ráddi Símun av Skarði Kristiani í Hoygarðinum til at lata Sigurð fara til Danmarkar í skúla, eins og Sigurð sjálvur hevði hug til. Hann fór tískil á preliminerskeið í Høng í Vestursælandi. Hesin skúli, ið eins og studentaskeiðið, ið var knýtt at honum, var kostskúli og hevði røtur í Høng fólkaháskúla frá 1866. Sigurð kom á skúlan eitt sindur áðrenn skúlin byrjaði. Stjórafrúan var blíð við henda føroyska næmingin og setti honum hvønn dag ein fullan borðisk av nýhentaðum jørðberum við róma inn á kamarið. Men Sigurð, sum ikki hevði sæð sovorðin ber fyrr, vamlaðist við henda háruta vøkstur og stillisliga hvølvdi hann berini út í svínastíggin beint uttan fyri vindeygað.Tá ið Sigurð hevði tikið preliminerprógv, var hann við Gjógv um summarið, og hann vitjaði úti á Háskúlanum. Har var staddur Munk skúlastjóri úr Høng, og hann spurdi Sigurð, um hann ikki ætlaði at koma á studentaskeiðið hjá sær. Men Sigurð segði, at studentaskeiðið í Høng var nýmálsligt, og hann hevði betri hug til tey fornu málini. Munk helt fyri, at um Sigurð vildi koma til Høng, skuldi hann stovna fornmálsligt studentaskeið. So varð. Ein lítil flokkur byrjaði á fornmálsligum skeiði, og færri vóru tey, ið tóku fornmálsligt studentsprógv í 1934, men ein teirra var Sigurð. Sjálv próvtøkan var á universitetinum í Keypmannahavn, av tí at skeiðið var nýtt.

Løgfrøðinám, felagslív og familjulív í Keypmannahavn
Sigurð fór nú undir at lesa latín og grikst í Keypmannahavn eins og Janus Djurhuus hevði gjørt, og eins og hann skifti hann skjótt til løgfrøði. Tað var nú ikki heilt einki vert, at hava hylling á latíni, tí sum kunnugt er rómverjarætturin annar tráðurin í norðurlendskum lógarverki, meðan hin er tann norrøna siðvenjan. Sigurð hevði allar dagar stóran alsk til norrønt, grikst og latín og brúkti og nørdi at kalla hvønn dag henda kunnleika sín í starvi sínum við føroyskum evnum og uppgávum, men eisini í fríløtum og við døgurðaborðið vóru orð og orðauppruni eitt høvuðsevni. Tá ið ivamál skuldu greiðast, vórðu børnini og seinni abbabørnini send inn í stovuna ella uppp á loftið eftir orðabókini, Chamber’s Dictionary of Etymology, og um vit ikki dugdu at siga navnið á bókini, so vistu vit, hvussu hon sá út. Kanska við fyrimynd í Janusi Djurhuus setti hann latínska yvirskrift yvir eini yrking til mammu sína, nevniliga “Ad matrem” á føroyskum ‘Til móður’:
Ad matrem

Eg elski teg – og takka tær
Av sál og sinn eg kann.
Tú kæra móðir lív gavst mær
Og aldi meg til mann.

Tú lærdi og tú leiddi meg,
Máttmikla milda hond.
Hon veldug, varlig vísti veg
Við kraft av kærleiksond.

Var tunnlig ofta tøkkin mín,
Tú smíltist, tí tú sást,
At hjarta mítt tó røkk til tín;
So stór er móðurást.

Vit skiltust – tá eg tungur var,
Men tú ei sýnti tað.
Tað spurdi – stórbart var títt svar;
Tú segði stolt og glað:

Mín sonur, faðir tín og eg
Her undir heimalon
Vit áttu og vit aldu teg
Til fosturlandsins son.

Har var mítt má og er mítt mið
At merkja mína leið:
Eg nørdi tjóðarinnar lið
Av teim, sum sviku ei.

Sigurð giftist í 1938 við Sigrið, dóttur Sonnu og Símun av Skarði. Hon las enskt og søgu á universitetinum í Keypmannahavn og tók prógv sum faklærarinna í hesum greinum. Tey høvdu somu áhugamál mentanarliga og politiskt og hóskaðu sera væl saman og fevndu vítt saman.
Tá ið Sigurð hevði tikið løgfrøðiprógv 5. februar 1944, var hann fulltrúi á Ráðhúsinum í Keypmannahavn, til hann flutti heim við familjuni eftir kríggið. Hann hevði m.a. til arbeiðis at tosa við hjún, sum vildu skiljast og royna seming. Tey, sum vildu koma á tal við hann á hesum stóra arbeiðsplássinum og ikki mintust, hvussu hann æt, spurdu eftir bormholmaranum. Tað kann hava verið tí, at hann eitt summarið, meðan hann las, var húskallur á Bornholm á einum garði, sum æt Hjulmagergården. Har var døgurðin roykt sild seks dagar um vikuna.

Aftur heima í Føroyum
Eftir kríggið var ikki lætt at finna innivist í Havn, og familjan flutti nógv ta fyrstu tíðina. Eitt skifti búðu tey uppi í Hoyvík hjá Elsu, systur Sigrið, og eitt annað skifti búði Sigrið við børnunum, sum tá vóru fýra, í Hoygarðinum, meðan Sigurð arbeiddi í Havn, og hann kom so norð um vikuskiftini, antin við Smyrli ella til gongu av Eiði. Men so fekk familjan leiguíbúð hjá Havnar kommuni yviri í Lon, eisini kallað Revagarðarnir, og búði har til 1950. Tá varð flutt í tann nýggja býarpartin Grønland millum neyt og høsn – og eina rúgvu av nýbyggjarum av bygd, sum tey árini flokkaðust til Havnar.
Tá ið Sigurð var heimkomin, gjørdist hann fulltrúi hjá Leif Waagstein landsrættarsakførara, men fór so at arbeiða fyri seg sjálvan. 16. mai 1952 var hann tilnevndur landsrættarsakførari við Eystara landsrætt, og hann rak sakføraravirksemi til 1984; tá legði hann frá sær. Millum tær kendastu sakirnar hann førdi, sum høvdu almennan áhuga, vóru klaksvíkssakin og tjørnuvíkssakin.
Sigurð var ein av teimum, sum stovnaðu Tjóðveldisflokkin í 1948. Hann var løgtingsmaður 1958-1970, valdur fyri Norðurstreymoy. Tjóðveldisflokkurin var ein av flokkunum í Sjálvstýrislandsstýrinum, sum sat frá 1963 til 1967. Tað eydnaðist ikki at fáa semju um nakra yvirtøku, men arbeitt varð við nógvum stórmálum, t.d. sjómarkinum. Eitt stórt mál, sum kom ígjøgnum, var at stovna Fróðskaparsetur Føroya.
Tá ið Gjómaður, felagið av burturfluttum gjáarfólkum, varð stovnaður, var Sigurð ein av stovnarunum. Hetta felagið tók saman hendur við gjáarfólk um at fáa nýggja dansistovu, sum er núverandi stásiliga bygdarhús, sum er til stóra nyttu og gleði. Høvuðsuppgávan, sum Gjómaður tók upp á seg at loysa saman við gjáarfólki, var at reisa minnisvarða fyri teimum, ið farin vóru av vanlukkum á sjógv og landi við Gjógv. Tað varð farið undir arbeiðið, nógvir basarar vórðu hildnir í tí gomlu dansistovuni. Bygdin varð ruddað til basardagin og flaggskrýdd. Bygdarfólkið legði nógva orku í, har vóru nógvar fínar bundnar og seymaðar vørur, ikki at gloyma lombini til burturluting. Gjómaður var við. Eydnuhjól var úti, og teir vóru ofta skemtingarsamir, sum mólu hjólið, t.d. Sjúrður og Sigurð í Hoygarðinum. Tað stóð ikki á at selja lutaseðlar. Men tað tók drúgvari tíð enn væntað at fáa minnisvarðan heilt kláran, serliga tí, at seinkan kom í hjá fyritøkuni, sum skuldi stoypa navnapláturnar. Men 1. august 1971 varð minnisvarðin avdúkaður, gott og væl 100 ár eftir tann stóra skaðadagin 30. apríl 1870. Tað var farið vandaliga um, so at ongar villur skuldu vera á navnaplátunum. Sigurð setti ivaleyst sítt fingramerki á tann form, sum nøvnini hava á plátunum; tey standa á føroyskum soleiðis, sum fólk vóru nevnd millum manna og ikki í tí danska skriftforminum. Hann kundi ikki hugsa sær, at minnispláturnar, sum bygdarfólkið setti yvir síni, skuldi vera í øðrum formi enn tí, sum varð brúkt millum bygdarfólkið. Í røðuni Sigurð helt henda regndagin, tá ið minnisvarðin varð avdúkaður, bygdi hann á tað hann hevði hoyrt um teir skaðar ið verið høvdu. Abbi hansara Sjúrður var við báðar skaðadagarnar, í 1870 og 1884, kom altíð av sjónum og doyði í høgari elli. Tað gav at bíta, at tá ið hann fór á flot á gamals aldri og smádreingir vóru við honum, tá kendu mammurnar seg tryggar, tí hann var komin aftur av mangari vandaferð. Minnisvarðaavdúkingin varð send beinleiðis í Útvarpi Føroya, og eina viku seinni, 7. august 1971, fekk Sigurð bræv frá Hans Iversen í Kvívík, sum skrivar m.a. hetta:

Mong tár, tungir dagar og svøvnleysar nætur lógu aftan fyri tann langa sorgarlistan, tú las upp norði við Gjógv seinasta sunnudag, og mangur føroyingur av tí eldra ættarliði sat í djúpari tøgn og lýddi á og mintist teir dagar, tá ið farið var tann opni báturin og framflytingin árar og segl, væl hoyrdist og skilliga var lisið upp og mær tókti, tað var ein bleytari tóni í málinum undir hesum upplestri enn, tá hesin sami maður á einum øðrum stað tosaði um mál, eg ikki var samsintur við hann. /.../

Lívið og listin
Eg nevndi skúlastílin frá skúlatíðini við Gjógv og fráhaldsyrkingina sum tað elsta, ið til er eftir Sigurð. Á háskúlanum fekk hann sjálvandi høvi bæði at skriva og yrkja í tað handskrivaða næmingablaðið Tjaldur. At Símun av Skarði eggjaði honum til, síggja vit í brævi, Sigurð skrivaði honum tollaksmessudag 1929. Hann skrivar:

Næstsíðsta dagin vit vóru í skúla hildu tygum fyri, at eg skuldi skriva frístílin mín um vinnuvegir okkara av, so at tygum kundu lesa hann ígjøgnum í jólafrítíðini, tað var væl skemt; men um so skuldi verið at tygum hava viljað hugt at honum, so vóni eg, at tygum hava funnið skrivibók mína, hon lá har ið eg sat” (Bræv frá Sigurði Joensen til Símun av Skarði 23/12-1929).

Tá ið Sigurð gekk í skúla á Høng, hendi tað seg meira enn so, at hann skrivaði stíl í bundnum máli, upp á rím, tá ið hann fekk loyvi til tað. Tað vóru mong ár til samans, at Sigurð var í Danmark og hann var virkin millum føroyingar í feløgunum, sum har vóru. Hann skrivaði ein skemtileik, Kjørbreyt, sum varð spældur Borgernes Hus á føstulávint 8. februar 1941. Leiksýningin varð lýst í tí nýggja blaðnum Búgvanum sum partur av studentakvøldsetu, og einir 300 føroyingar komu at hyggja. At lata sumt av tí, hann skrivaði, koma út á prenti fór hann undir av álvara, tá ið tey stovnaðu blaðið Búgvan í 1941. Blaðið kom út til 1946, og Sigurð var blaðstjóri ein stóran part av tíðini. Hinir blaðstjórarnir vóru Jóannes Rasmussen, Hanus við Høgadalsá, Erlendur Patursson og D.P. Danielsen. Sum vituligt er, var tað Sigurð, ið vildi hava blaðið at eita Búgvin; Regin Dahl segði, tá ið eg tosaði við hann í telefon fyri nøkrum árum síðani, at ”Sigurð vildi hava blaðið at eita Búgvin, annars vildi hann ikki vera við. Tað vóru fleiri onnur uppskot. Hann var forelskaður í Búgvanum” (Joensen, Sigurð 1998, 2:7). Hetta segði Regin Dahl skald, og jú, Sigurð var góður við Búgvan og sera hugtikin av honum, og hetta var í krígsárunum og ógjørligt at sleppa heim; tað hevur ivaleyst verið ein uggi, at blaðið fekk hetta navnið. Men fyrst og fremst hóskaði navnið væl. Sigurð skrivaði nógv í blaðið, og harímillum var tann langa frágreiðingin og hugleiðingin um Búgvan, sum stóð í ólavsøkublaðnum 1943. Sigurð hevði tosað við menn um Búgvan og søgu hansara, og hann hevði sjálvur verið í Búgvanum, eins og sæst í greinini. Vaksnamannasøgurnar hjá Sigurði eru eisini fleiri úr útisetuni: Skemtisøgurnar “Jóladrekka” (1941), “Jólatrøllið” (1943) og tann politiska vættrasøgan “Eg stoyti heitt” (1944) stóðu í Jólum uttanlendis. Hugskotini til hinar søgurnar ganga eisini langt aftur í tíðina, men tær eru skrivaðar eftir kríggið í Føroyum. Óhugnasøgan “Tjúgundi maður umborð”stóð í Ítróttartíðindi 1947. Tann speiska “Fanin er tungur í dráttri”, “Landastrok”, sum finst at missionerunum, tann mýtiska “Tá ið Victoria drotning gav upp ondina” komu fyrstu ferð á prent í Eg stoyti heitt 1987. Søgan “Fyri Bjørg” er um klaksvíksstríðið, og Sigurð las hana upp í Sjónleikarhúsinum bókadagin 1953; hon kom fyrstu ferð á prent í tíðarritinum Brá nr. 4 1983. Millum teir hugleiðandi tekstirnar hjá Sigurði er “Hugskot uppi yvir einum hálvpiðaðum háryggi” tann kendasti; hann stóð í blaðnum Útiseta í 1945. Yrkingar eru eisini frá teirri tíðini – millum tær fremstu eru “Miðamaðurin” og “Andróður”.
Tann skaldskapur, søgur, frágreiðingar og hugleiðingar, sum eg havi nevnt her - uttan søgan frá klaksvíksstríðnum -, alt hevur hetta røtur við Gjógv. Kveikið er tað, sum Sigurð upplivdi sum barn, tað sum hann hoyrdi og upplivdi í uppvøkstrinum og varðveitti í huganum, alsamt hugsaði um og seinni tulkaði við tí barlast, sum hann hevði ognað sær gjøgnum langa og stranga útbúgving, gjøgnum persónliga menning og lívsroyndir.

Tað sum kom á prent eftir Sigurð í 1940-árunum, kom sum nevnt í bløðum og tíðarritum: Tingakrossi, Búgvanum, Jólum uttanlendis, Ítróttartíðindum, Útiseta og 14. September, sum fór at koma út í 1947. Sigrið eggjaði honum til at skriva og yrkja, hon fór sjálv undir útgávuarbeiði, og tann fyrsta bókin, hon gav út á forlagi sínum, var Søgubókin í 1949. Í henni var eitt blandað úrval av søgum, bæði føroyskum og týddum. Tveir gjáarmenn áttu søgur í henni. Sigurð átti “Kálvamuuna” og Sjúrður beiggi hansara ta stuttligu “Tú skalt hava virðing fyri einum gomlum skølingum”. Árið fyri, í 1948, var ein tann fyrsta føroyska barnabókin útkomin, t.e. barnabók við føroyskum teksti og myndum. Hetta var tann hugtakandi Í skýmingini við skjaldrum og ævintýrum, sum Sofía Petersen og Elinborg Lützen stóðu fyri. Sigrið fór nú at arbeiða við at geva barnasøgur hjá Sigurði út sum veruligar barnabøkur. Tær vóru tríggjar, sum hon gav út, og Frida í Grótinum, listakvinna úr Klaksvík, myndskrýddi tær allar við yndisligum, dreymakendum blýantstekningum. Kálvamuan kom í 1958, Gráa dunna í 1959 og Lambamæið í 1960. Hetta vóru tær fyrstu føroysku barnabøkurnar, útgjørdar eftir vanligum barnabókaleisti við einari søgu í hvørjari bók og við nógvum myndum. Um hesa tíðina var tað enn sera dýrt og torført at prenta myndir, serlig í litum, og tær fyrstu føroysku barnabøkurnar høvdu ikki litmyndir. Seinni, í 1991, góvu vit barnabøkurnar útaftur, og nú var tað vorðið nógv lagaligari at prenta litmyndir. Í tí nýggju útgávuni gjørdust bøkurnar sjey. Zakarias Heinesen gjørdi myndir til tær tríggjar fyrstu, Astrid Andreasen til Heimalambið og Smálombini, Janus Kamban til Hvíta tarv og Óli Petersen til Lítla Sjúrð á látrinum.
Allar tær sjey barnasøgurnar, eru um lítla Sjúrð, sum býr hjá ommu við Sjógv og abba við Sjógv. Hetta eru yrktar søgur, og fólkini, hendingarnar og støðini eru ikki verulig men skaldskapur. – Men í øllum søgunum byggir høvundurin á sín egna barndóm. Tá ið lítli Sjúrður hvørt ár má laða hús til Gráu dunnu og hinar dunnurnar at verpa í, tí hann brúkar grótið til annað, tá ið dunnurnar ikki verpa, ja, tá er barnaspælið hjá Sigurði og systkjunum at laða hús ein partur av tilfeinginum hjá skaldinum; “ungur nemur”, og spælið við grót vakti varandi hug til grót hjá Sigurði, soleiðis at hann brúkti fríløtur til at laða garð rundan um húsini úti í Grønlandi; at ganga har í frið um kvøldið var sálarbót aftan á hurrið á skrivstovuni um dagin. Tað ráddi ikki um at fáa garðin lidnan sum skjótast, men at fáa hann, sum hann vildi hava hann. Jarnbrot var høvuðsamboðið hjá grótmanninum Sigurði, og bara til tann síðsta stubban vórðu maskinur brúktar.

Barnasøgurnar hjá Sigurði leggja seg nær aftrat upplivingini og sjónarhorninum hjá lítla Sjúrði og barninum, sum lurtar, t.d. byrjar Kálvamuan soleiðis:

Omma við Sjógv átti eina kálvamuu. Og muan gekk í haganum. Omma við Sjógv hon átti eina spann. Og spannin stóð á beinkinum í køkinum.
Omma við Sjógv hon átti ein drong. Og drongurin gekk og rann í túninum.

Seinni í søguni, tá ið lítli Sjúrður er dottin og hevur fingið mjólk og beinasoð niður yvir seg og er komin heim sum av torvheiðum, fær hann turt at fara í; men hann eigur bara eina húgvu og má tí læna húgva hjá abba við Sjógv:

“Bláa húgva hjá abba er so grúliga stór,” segði lítli Sjúrður, “og eg havi so grúliga lítið høvd.”
“Nú skulu vit seta eina so grúiliga stóra pentu í bláu húgvu hjá abba”, segði omma við Sjógv. Tá passaði bláa húgva hjá abba.

Fyrstu ferð vit hoyra málið í lítla Sjúrði er, tá ið omma rópar á hann og hann svarar:

“Hvat nú?... “Skal eg fara at keypa eitt pund av sukri, fjerðingpund av te og tvær svávildósir?”

Her hoyra vit ein prátingarsaman og hugsingarsaman drong, sum kanska er merktur av búgva saman við gomlum fólkum, men vit síggja eisini ímyndingarevnini: hann ímyndar sær ikki bara, at hann skal fara at keypa, men eisini nágreiniliga, hvat hann fer at keypa. Somuleiðis hevur tað sína heilt ítøkiligu orsøk, tá ið lítli Sjúrður í Lambamænum heldur seg uppliva tann stuttligasta dagin í lívinum. Tað er tá ið hann sleppur fyrstu ferð í hagan við abba, og...

...nú sá hann abba við Sjógv brúka mjólkarfløskuna, sum omma við Sjógv hevði fingið honum í kotalumman, tá ið hann skuldi lívga tey nýlembdu lombini.

Eins og aðrar partar av veruleikanum ognar barnið sær málið í virknum samskifti við umhvørvið. Lítli Sjúrður tekur málið hjá sínum uppalarum til sín; eisini skapar hann sítt egna mál eftir tørvi og hugi:

Lítla Sjúrði dámti so øgiliga væl rugbreyð...Best dámti honum skorpuna, serliga ta boygdu, sum hann kallaði bátin...

Merkingin, sum Sjúrður gevur orðinum “bátur”, byggir á líkskapin í formi millum bátin og skorpuna. Á annan máta ognar hann sær orðið “soga”:

...nú fór lítli Sjúrður at turka tað feita inna um spannina við grasi, hann hevði roytt í bønum, og tað kallaði hann sogu, tí soleiðis kallaði omma við Sjógv tað.

Í øðrum førum spyr Sjúrður ommu, hvat orðini merkja:

“Omma, hvat er tað at vera avdeyða?” “Avdeyða, neyðardýrið, avdeyða er tað, sum ikki orkar at liva rættiliga leingi aftrat.”

Men lítli Sjúrður er ikki nøgdur:

“Men hvussu veit omma, at Gráa dunna er avdeyða?!” “Tað, neyðardýrið, sæst á henni, hon er gránað.” “Men, omma er eisini gránað, og omma er ikki avdeyða, ha?” “Nei, søti mín, men Gráa dunna er gomul, tað hoyrist á kvagginum og sæst á sjagginum.”

-sigur omma, og tá ið Sjúrður skoytir uppí “og vagginum og ragginum”, er tað tí, at hann hevur fragd av at spæla við orðini.
Sjúrður lærir málið gjøgnum hendingarnar, sum fara fram. Tá ið omma sigur, at Gráa dunna er so “rúm”, ivast lítli Sjúrður í at spyrja, hvat tað er; men so heldur hann, at tað man vera at hava næstan egg – og tað mundi vera á góðari leið. Soleiðis tulkar hann eisini tortskild evnir sum prátið hjá ommu og abba um giktina, sum alt eftir hvussu ættin er, setir seg í mjødnina á ommu ella knæið á abba. Men “hvørjari mjødn ella hvørjum knæ hesin merkiligi smáfuglur lá og gjørdi fortreð í, tað stóð alt í veðrinum, sum abbi segði. Ja giktin var var merkiligur vindfuglur, sum lítli Sjúrður visti nógv um.”
Fyri at fata giktina ímyndar Sjúrður sær hana sum ein forherðaðan smáfugl; at gera tað óítøkiliga ítøkiligt er júst tann vanligasti mátin at fata, tað sum er torskilt, ikki minst hjá børnum.
Lítli Sjúrður persónsger djórini. Kálvamuan má vera forherðað, tá hon rennur avstað við spannini; hesa fatanina rættar omma seinni. Tað er eisini ein smeitur, tá ið Gráa dunna rýmir úr tí fína dunnuhúsinum, sum lítli Sjúrður hevur gjørt henni av einslistum, men tað javnar seg, tá ið hann síðan skilir, at hon er rýmd, tí hon vil sleppa at klekja eggini til ungar. Hetta eru hendingar og smeitir, sum tá ið frá líður menna lítla Sjúrð.

Fjørðurin rógvin
Sigurð andaðist 1. oktobur 1993. Seks av børnunum fylgdi honum til gravar; elsta dóttirin, Elspa Súsanna, doyði í 1987. Abbabørnini vóru mong, og summi av teimum elstu bóru hann til gravar. Sigurð hevði mist Sigrið knapt tjúgu ár frammanundan, í 1975; tá vóru tey bæði aftur vorðin tvey eini í húsi. Missurin tók honum dygt, men hann menti seg aftur. Meðan hann lá á hospitalinum ta síðstu tíðina, skemtaði hann fyri at stytta um stundirnar og segði ein dagin við ein annan gamlan mann, sum lá á somu stovu við útsýni móti sjónum, um teir ikki skuldu stinga av, sníkja seg oman í Álaker, taka ein bát og rýma. Hugflogið var óviknað, men kreftirnar vóru uppi. Eitt stórverk, sum hann útinti tey seinastu árini, var at týða Íslandsklokkuna. Tað hevði verið morgunstarv hjá Sigurði um vetrarnar at fara út á Sjómansskúlan at undirvísa í sjórætti kl 8 um morgnarnar, og tað gjørdi hann til hann var eini 76 ára gamal. Tá gavst hann á Sjómansskúlanum. Hann fór tó enn tíðliga upp teir myrku vetrarmorgnarnar, eins og foreldur hansara gjørdu, tá ið hann var barn, og tey fóru upp at tøta. Um morgnarnar sat hann nú og týddi hesa stóru íslendsku skaldsøguna, sum annars hevur eina rúgvu av løgfrøði, rættarmálum og dómum. Týðingin av Íslandsklokkuni kom út í 1996. Eftir hansara deyð kom eisini Bókstavirnir fyrstu ferð út í bók í 1995 við myndum eftir Edward Fuglø; í bókini er eitt rím til hvønn bókstav, t.d. hetta til “ó”: “Óðinshana sá eg í bønum,/ einki er frætt frá óðinshønum.”
Nógv av tí Sigurð skrivaði umframt barnasøgurnar er savnað í teimum tveimum bindunum Eg stoyti heitt frá 1987. Sigurð var glaður og takksamur fyri hesa útgávuna við permumynd, sum vinmaðurin Janus Kamban gjørdi. Í 1998 kom: Sigurð Joensen Tekstir 1940-1992, bæði við nýggjari tilfari og gomlum, sum ikki var komið við í Eg stoyti heitt. Herímillum eru fimm ørindi undir yvirskriftini “Skaðadagur”, inngangur til eina ólidna yrking.
At enda fari eg at lesa eina yrking úr Eg stoyti heitt, fyrra bindi. Hon eitur “Norðhavið”. Henda yrkingin vísir eins og tað nógva, Sigurð skrivaði, hvar rótin rann, men eisini hvussu hann setir tað staðbundna inn í eitt størri høpi.

Norðhavið
Tað liggur ein rás, liggur mong ein rás,
eftir reising og kjalarfar.
Hvar finnur tú báru um føroyskan sjógv,
ið bátskjøl ikki bar?

Og leiðin var út, og leiðin var inn,
meðan árið kom og svann.
So mókaðust burtur tey ættarlið,
sum róðu, mann eftir mann.

Tann róður, eitt lív, tann ferðin long,
sum lúgvaði lim og lumm,
sær setti til minnis ein kjalarvørr,
sum havið seig saman um.

Men tað gjørdi út, og tað gjørdi heim,
og streymur í vindi vóð,
og hvørki kom veður ei vesturgerð,
sum hvørvdi ta skeiðaslóð.

Tí hygg upp á land á tey høgu fjøll
fyri oman strendur og sker.
Hvar finnur tú rust, gongur niður í sjógv,
uttan ýti í ýti ber?

Tað liggur ein rás, liggur mong ein rás,
har sum fedrarnir ýtaðu av.
Rógv, roddur, títt egið, ið hvarið tú rørt,
tú rørt yvir rógvið hav,
Bókmentir Dahl, Árni. 1983. Bókmentasøga III. 1940-1979. Fannir.
Joensen, Sigurð. 1987. Eg stoyti heitt 1-2. Mentunargrunnur Studentafelagsins.
Joensen, Sigurð. 1998. Tekstir. Ungu Føroyar. Tórshavn.
Joensen, Sigurð. 1998. Kjørbreyt. Ungu Føroyar.Tórshavn.
Poulsen, Freydis. Úr Oyndarfjarðar søgu. 2004. Egið forlag.
Sigvardsen, Petur Jacob. 2001. Úr Gjáar søgu. Gamla tíðin 2. Forlagið Búgvin. Tórshavn.

*Kirkjugarðurin varð tikin í nýtslu i 1919. Sigvardsen 2001:54.

**Gjáarfólk hevði í 1905 úrslitaleyst søkt um, at kirkja skuldi verða reist við Gjógv. Í 1921 skrivaði Jóhan Kallsoy vegna ungmannafelagið Norðlýsið til løgtingið við áheitan um at fáa kirkju við Gjógv. Grundarsteinur varð lagdur undir kirkjuna 26. novembur 1926. Sigvardsen 2001: 45, 55, 62.

***Joensen, Sigurð. Bræv til Símun av Skarði, Gjógv 23.12.1929.