mail@unguforoyar.com

+298 510474

Um forlagið 

Bókaforlagið Ungu Føroyar varð stovnað 1949. Sigrið av Skarði Joensen (1908-75) fór tá undir at geva bøkur út undir hesum forlagsnavninum. Hetta navnið er eftir tí fyrsta føroyska barnablaðnum, Ungu Føroyum 1907-10, 1914-15, sum Símun av Skarði gav út.

Tvær bøkur komu út tað fyrsta árið: Søgubókin og Víkingarnir á Hálogalandi.

Søgubókin er eitt savn av føroyskum og týddum stuttsøgum, m.a. “Dreymurin” eftir Andreu Reinert” og “Vit krýna teg til kong” eftir indiska nobelskaldið Tagore.

Víkingarnir á Hálogalandi er tann fyrsti Ibsen-leikurin, sum kom út á føroyskum. Týtt hevði Símun av Skarði.

Janus Kamban gjørdi permumynd til báðar hesar bøkurnar.

Síðan komu barnabøkurnar eftir Sigurð Joensen og við myndum eftir Fridu Zachariassen: Gráa dunna 1958, Kálvamuuan 1959 og Lambamæið 1960. Hetta eru umframt Í skýmingini (1949) eftir Sofíu Petersen og Elinborg Lützen, fyrstu føroysku barnabøkur. Her gjørdi forlagið Ungu Føroyar slóðbrótandi arbeiði.

Forlagið gav í 1960 sjónleikin Vár eftir Símun av Skarði út í 2. útgávu (1. útg. 1904).

Seinni góvu Ungu Føroyar ymsar smáar bøkur út, upprunaligar og týddar.

Í 1984 kom íslendingasøgan Bárðar søga út. Sjúrður Joensen (1947-95) umsetti. Myndir gjørdu Astrid Andreasen og Olna Joensen.

Seinni hevur Turið Sigurðardóttir havt forlagið Ungu Føroyar og givið út bæði upprunaligar og týddar bøkur.

Frá 1991 kunnu vit nevna endurútgávu av trimum og nýútgávu av fýra barnabókum eftir Sigurð Joensen við myndum eftir føroysk listafólk: Kálvamuan, myndir: Zacharias Heinesen, Gráa dunna, myndir: Zacharias Heinesen, Lambamæið, myndir: Zacharias Heinesen, Heinmalambið, myndir: Astrid Andreasen, Smálombini, myndir: Astrid Andreasen, Hvíti tarvur, myndir: Janus Kamban og Lítli Sjúrður á látrinum, myndir: Óli Petersen.

Í 1991 gav forlagið eisini út ljóðband, har Sigurð Joensen, Bergljót av Skarði og Frida Sofía Johannessen lósu Kálvamuuna og Sigurð las týðing sína av “Stjørnueyga” eftir Z. Topelius. Sigurð Joensen: Tekstir 1940 – 1992 í prosa og bundnum máli, sum kom út í 1998, er framhald av Eg stoyti heitt 1 og 2, Studentafelagið gav út 1987.

Í 1998 kom eisini út Kjørbreyt, Sjónleikur í trimum pørtum frá 1941 eftir Sigurð Joensen.

Bókin hjá Sigert Patursson um ferðir hansara í Sibiria (1901) kom út hjá Ungu Føroyum í 1994 í týðingini hjá Sigrið av Skarði Joensen undir heitinum Á ferð í Sibiriu. Frásagnir um mentanarsøgu og hendingar á seks ára ferð í norðaru og sunnaru pørtunum av Vestursibiriu og við Kariahav.

 Ein bók um Sigert Patursson, ein stutt ævisøga, kom eisini út í 1994, Sigert eftir Turið Sigurðardóttur.

Salman Rushdie kom út á Ungu Føroyum í 1996 við stuttsøgusavninum Eystur, vestur. Lív Joensen umsetti tær níggju søgurnar, bara tvey ár eftir at tann upprunaliga bókin kom út.

Ungu Føroyar hava givið út týðingar av tveimum skaldsøgum eftir Halldór Laxness, Íslandsklokkuna, 1996, Sigurð Joensen týddi, og Salku Valku, 2005, 2. útg. (1. útg. 1972, 1978), Turið Sigurðardóttir týddi.

Eftir Halldór Laxness kom harumframt eitt savn av føroyskum týðingum av stuttsøgum, Veitsla hjá nornafaðir, 2007 (Týðarar: Per Mohr, Oskar Hermansson, Chr. Matras, Ulf Zachariasen, Hjalmar P. Petersen og Turið Sigurðardóttir). Í 2007 kom eisini føroysk týðing av skaldsøguni Systrarnar undir Steinum (De zusjes Kriegel), sum er ætlað ellivu ára gomlum og eldri, eftir tann kenda belgiska barnabókahøvundin Marc de Bel (f. 1954). Bókin kom upprunaliga út í 1992. Frida Sofía Johannessen týddi úr flamskum.